Betri Trygging

Betri Trygging framúr gott úrslit

- Munandi færri skaðar enn vanligt, eingin stórskaði í vinnuni, eingin ódn og væl færri privatir skaðar enn undanfarin ár. Tvinna vit hesi viðurskiftini saman við einum støðugt vaksandi kundaskara, ið tryggjar seg betur enn áður, góðum úrsliti av íløgum og góðari fíggjarstýring, ja, so hevur tú í stuttum orsøkina til framúr góða úrslitið í 2021, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging


Hjá einum tryggingarfelagi er vónleyst at spáa um, hvussu árið fer at hilnast, tí úrslitið í so stóran mun er tengt at, hvussu nógvir og hvussu stórir skaðar raka.
- Til dømis kunnu ein ódn ella ein stórur vinnuskaði skjótt broyta myndina. Men í 2021 var eingin stór skaðaódn og eingin stórur vinnuskaði. Yvirhøvur síggja vit, at tað vóru munandi færri skaðar – bæði vinnuskaðar og privatir skaðar - enn undanfarin ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.


Fleiri kundar og fleiri tryggingar
Á inntøkusíðuni eru eisini fleiri viðurskifti, ið spæla inn.
Góða avkastið av íløgunum, sum Betri Trygging ger, er eitt teirra. Triðja árið á rað, hava íløgurnar givið gott avkast, sum eisini stuðlar undir góða úrslitinum.
- Hartil síggja vit eisini, at kundaskarðin í Betri Trygging veksur støðugt, og fólk tryggja seg sum heild betur nú, enn tey hava gjørt, so at hvør kundi hevur fleiri tryggingar, enn hann hevði fyrr.
- Fólk eru sum heild meiri tilvitað um at tryggja seg rætt, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Limakrónurnar – afturbering av yvirskotinum
Í apríl í ár fara kundarnir á fyrsta sinni at fáa vinningsbýti, nevnt Limakrónur. Hetta verður goldið beinleiðis inn á konto, og upphæddin, sum verður útgoldin, er umleið 10% av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum kunda.
- Vit gleða okkum til at bera kundunum aftur av góða úrslitnum, og vit eru errin av, at tað gongur so væl hjá felagnum. Tað er jú kundin, sum eigur okkum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Betri Trygging lyklatøl 2021

Ársfrásøgn 2021