Marknaðarkunning frá Betri Pensjón 2. ársfj. 2022
2022 er nú hálvliðið, og gongdin á íløgumarknaðinum bara versnar. Inflasjónin heldur fram at taka marknaðin á bóli, og hetta hevur havt við sær, at bæði lánsbrøv og partabrøv eru fallin.
Inflasjónin hækkar hvønn mánað, og hevur ikki verið so høg seinastu 40 árini - hvørki í USA ella ES. Amerikanski tjóðbankin hevur tí hækkað leiðandi rentuna á trimum teimum seinastu fundunum. Evropiski tjóðbankin fer at hækka leiðandi rentuna í juli. Marknaðurin reagerar ógvusliga uppá væntaðu rentuhækkingarnar, tí søguliga hava títtar rentuhækkingar mangan elvt til búskaparligar afturgongdartíðir.