Innbúgv

Innbúgvið í føroyskum heimum ov illa tryggjað

 

 Vit síggja javnan, at føroyingar undirtryggja innbúgvið. Vit undirmeta heilt einfalt, hvat innbúgvið er vert – og hvat tað kostar at keypa alt av nýggjum, um ólukka rakar.

Hartil tekna fólk ofta innbústrygging á ungum árum, men dagføra hana ikki, so hvørt sum lívið broytist og ting leggjast afturat í heiminum.

Men um illa vil til og endurgjald skal veitast, verður tað roknað eftir teimum upplýsingum, sum tryggingin hevur um virðið á innbúnum. Hevur tú undirmett, hvat innbúgvið er vert, fært tú ikki fult endurgjald, um skaðin hendir. Tað kann gerast ein stórur fíggjarligur smeitur.
Tí hava vit nú ment ein innbúsroknara, ið gevur eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert, og hvat tað eigur at tryggjast fyri.

Vilt tú finna neyva virðið á innbúnum, mæla vit tær til at ganga rúm úr rúmi og skráseta alt, sum inni er – og hvat tað kostar. Tá tú síðani roknar viðið saman, verður tú sannlíkt tikin á bóli.

Tað ber til at rokna innbúgvið á heimasíðuni hjá Betri Trygging: víðari til roknaran

Hevur tú Samleikan, kanst tú hartil rita inn í skipanina »Mín Trygging«. Har kanst tú síggja, hvat tú hevur tryggjað innbúgvið fyr - í mun til hvat vit viðmæla tær at tryggja innbúgvið fyri. Hartil kanst tú bæði broyta tryggingarupphæddina og tilvalini til innbústryggingina.