5. element

Freistir fyri flytingar 2022

Nú vit nærkast jólum og árslok, vilja vit kunna um nakrar freistir í samband við flytingar og lønarflytingar.

Hesar eru freistirnar, um flytingar skulu vera móttakaranum í hendi innan jól ella árslok:

Innan jól

Lønarflytingar: 

hósdagin 22. desembur kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar: 

hósdagin 22. desembur kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

fríggjadagin 23. desembur kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni: 

fríggjadagin 23. desembur kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting ella flyting sama dag, í seinasta lagi hósdagin 22. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 23. desembur.

Innan árslok

Lønarflytingar: 

hósdagin 29. desembur kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar:

hósdagin 29. desembur kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

fríggjadagin 30. desembur kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni:

fríggjadagin 30. desembur kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting ella flyting sama dag, í seinasta lagi hósdagin 29. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 30. desembur.

Uttanlandsflytingar:
Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá bankans síðu áðrenn árslok, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í Netbankanum, í seinasta lagi 
fríggjadagin 30. desembur, klokkan 12

Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 000 ella skriva á banki@betri.fo.