5. element

Betri Banki 17 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Tilgongdin av kundum hjá Betri Banka heldur áfram, og útlánini eru nú komin upp á 7,1 mia. krónur. Innlánini økjast eisini og eftirspurningurin eftir at gera íløgur er framvegis vaksandi.

Fíggjarmarknaðirnir hava verið merktir av fjáltri í fyrra hálvári og hevur tað viðført, at bankin hevur havt kurstap á lánsbrøvum. Hetta ávirkar hálvársúrslitið munandi.

Í summar hækkaði tjóðbankin leiðandi rentuna fyri at tálma prísvøkstrinum. Hetta hevur ført við sær, at Betri Banki, sum áður fráboðað, eisini fer at hækka renturnar 1. september.

Rentan hevur seinastu árini verið søguliga lág og nógv tos hevur m.a. verið um negativa rentu. Betri Banki hevur ikki roknað negativa rentu á pensjóns- og ungdómskontum. Aðrir kundar hava havt møguleika at spara 400.000 krónur upp áðrenn negativ renta varð roknað.

“Samstundis sum útlánsrenturnar hækka, strika vit negativu rentuna hjá privatkundum. Sostatt kunnu okkara privatkundar aftur spara upp uttan at gjalda negativa rentu”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Fyri alt roknskaparárið 2022 metir leiðslan, at úrslitið verður áleið 60-90 milliónir fyri skatt. Nógv veldst tó um gongdina á fíggjarligu marknaðunum annað hálvár 2022.

 

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2022 sær soleiðis út:

  • Úrslit eftir skatt: 17 mio. krónur
  • Útlán: 7,1 mia. krónur
  • Innlán: 8,4 mia. krónur
  • Solvensur: 29,5%

Tú kanst lesa allan roknskapin fyri fyrra hálvár 2022 her