Betri Trygging

Betri Trygging um 2020: Trupul byrjan, men góður endi

2020 hevði eina trupla byrjan, men endaði kortini væl. Soleiðis ber til at taka saman um, nú Betri Trygging hevur gjørt árið upp. Tryggingartakarar fingu tilsamans 382 mió í endurgjaldi fyri skaðar

- Vit eru samanumtikið væl nøgd við hetta árið, sum var so nógv øðrvísi enn vanligt. Byrjanin var hørð og gav okkum ein hvøkk. Fyrst við eini ódn um mánaðarskiftið februar/mars - og síðani við undantaksstøðu í tíðini frá grækarismessu til mai. Korona ávirkaði virksemið í stóran mun. Ferðaavlýsingar streymaðu inn, virksemið í landinum steðgaði nærum upp og virðisbrøvini á fíggjarmarknaðinum fullu. Men út á summarið javnaði tað seg, og sum árið leið, megnaðu vit at venda truplu byrjanini til ein góðan enda, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Tað vóru ymisk viðurskifti, sum gjørdu, at árið hilnaðist væl hóast alt. Talið á viðskiftafólkum vaks, vøruúrvalið varð broytt og víðkað, og tað hevði við sær, at inntøkurnar vuksu. Hartil var kostnaðurin av at reka felagið minni, íløgurnar góvu samanumtikið gott avkast og um várið, tá Føroyar fóru niður í ferð, minkaði talið á skaðatilburðum við einum fjórðingi.

Lærdómurin hetta árið

- Nú er roknskapurin gjørdur upp. Men vit hava eisini gjørt árið upp í breiðari høpi. Aldri áður hevur tað verið eins eyðsýnt, hvussu skjótt tað óvæntaða kann raka og hvønn týdning fyribyrgjandi atferð hevur. Vit eru so fá her í landinum, og tí mugu vit lofta hvør øðrum, tá á stendur og hjálpast at, sigur Ingunn Eiriksdóttir og slær fast, at Betri Trygging vil vera ein sterkur samfelagsligur viðspælari.

- Tað var til dømis ein sjálvfylgja fyri okkum at rætta eina fíggjarliga hond, tá sjúkrahúsverkið hevði bráðneyðugan tørv á kanningarútgerð í fjør. Samstarvið ímillum privat og alment var fyrimyndarligt. Vit eru jú øll í sama báti. Tað hava vit – um nakað – lært av hesum farna árinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Í Betri Trygging vera útlitini fyri 2021 mett at vera góð. Felagið er sterkt, arbeitt verður við at dagføra vøruskránna og víðka úrvalið av tryggingum enn meira, og ein nýggj kanning vísir, at viðskiftafólkini eru væl nøgd. Hartil hevur vinnulívið nógv virksemi og virkishugurin í landinum er góður.

Lyklatøl fyri 2020

Lyklatøl fyri 2019

Ársúrslit eftir skatt: 67 mió. kr.

Ársúrslit eftir skatt: 65 mió. kr.

Tryggingartekniskt úrslit: 47 mió. kr.

Tryggingartekniskt úrslit: 37 mió. kr.

Útgoldið í skaðum: 382 mió kr.

Útgoldið í skaðum: 288 mió kr.

Tryggingarinntøkur: 426 mió kr.

Tryggingarinntøkur: 400 mió kr.

Skaðar: 12.700

Skaðar: 11.100

Tal av ferða- og avlýsingarendurgjøldum: 2033

Tal av ferða- og avlýsingarendurgjøldum: 1453

Eginognavkast: 9,7%

Eginognavkast: 10,2%

Solvensdekningur: 274%

Solvensdekningur: 271%