Lívið leggur aftrat

– tí tú leggur í

Betri Pensjón - Lívið leggur aftrat – tí tú leggur í

At vita at vit eru trygg. Vard. ­Hetta er ein kensla vit ikki vaksa frá. Tí hendan kenslan veksur við okkum. Alt lívið.

Tað er hetta, sum Betri Pensjón ger. Pensjónin er bara har. Og meira vit leggja í, og jú longri vit spara upp, tess tryggari kenna vit okkum.

Heima er best ...

Vit hoyra tað av og á: At tað er bæði betri og bíligari at hava sína pensjónssamansparing í Danmark heldur enn í Føroyum. Tað halda vit í Betri Pensjón ikki. Íløgurnar hjá Betri Pensjón geva júst sama miðalavkast sum hjá donskum veitarum – og so er ÁKP hjá Betri Pensjón lægri enn miðal í Danmark.

Í Danmark er vanligt at brúka miðal váða við 15 árum til pensjónsaldur, tá samanberingar verða gjørdar. Hetta merkir í miðal eina fordeiling á 75% partabrøv og 25% lánsbrøv. Í talvuni hava vit gjørt eina samanbering, sum vísir teir kundar hjá Betri Pensjón, sum hava valt 75% partabrøv og 25% lánsbrøv. Úrslitið er neyvt sama avkast, sum miðalavkastið er í donskum feløgum.

Samanberingin fyri 2021-2025 er fyri kundar við marknaðarrentu og miðal váða við 15 árum til pensjónsaldur. Miðal váði er her eitt býti við 75% partabrøvum og 25% lánsbrøvum.

Í Føroyum er tín samansparing eftir 2012 skattað við inngjald, meðan sama ikki er galdandi í Danmark. Í talvuni eru tískil tvey prosenttøl fyri Betri Pensjón. Hægra talið vísir tær kostnaðin í mun til tína samansparing, meðan lægra talið vísir tær tín kostnað í mun til tína samansparing, um hon ikki varð skattað við inngjald. Mest rættvísa samanberingin við Danmark er eitt stað ímillum hesi bæði tølini. Úrslitið er, at tað er bíligari í Betri Pensjón, uttan mun til hvat av tølunum tú brúkar. Tølini eru fyri 2025

... og bíligari

ÁKP hjá Betri Pensjón er lægri enn miðal fyri Danmark. Tað merkir heilt einfalt, at tað er bíligari at hava tína pensjónssamansparing í Betri Pensjón enn at hava hana í Danmark.

Pensjónir verða ikki skattaðar á sama hátt í Føroyum sum í Danmark. Tí eru tað tvey ymisk prosenttøl fyri Betri Pensjón, sum vísa munin. Men líka mikið um tú brúkar tað hægra ella lægra talið fyri Betri Pensjón, so er úrslitið tað sama: Betri Pensjón er bíligari.

Tað er eingin orsøk at fara av landinum við pensjónssamansparingini.

Tað visti tú kanska ikki. Men tað veitst tú nú.

Øll tøl eru uppgjørd sum miðaltøl. Einstakir kundar fella báðumegin miðaltalið.

Ert tú forvitin og vilt hoyra meira?

Vit eru altíð klár at hjálpa tær.

348 700

Skriva til okkara

Orðabók

Um tú hevur ringt at skilja onkur fíggjarorð, hava vit hava lagt eina lítla orðabók til tín her.

ÁKP
ÁKP, Árligi Kostnaðurin í Prosentum, er einfaldasti mátin at samanbera kostnaðir á fíggjarligum tænastum. Her er alt íroknað, sum td. umsitingarkostnaður og íløgukostnaður. ÁKP sigur tær veruliga kostnaðin at hava pensjónina hjá veitaranum.
Avkast
Íløgur í virðisbrøv geva avkast, sum bæði kunnu vera positiv ella negativ. Avkastið er sett saman av møguligum vinningi ella tapi av partabrøvum og lánsbrøvum Avkastið, sum parta- og lánsbrøvini geva, kann vera sera ymiskt frá mánað til mánað. Yvir fleiri ár er avkastið tó vanliga positivt, hóast onkur tíðarskeið hava verið negativ. At spara saman til pensjón eigur at vera ein langtíðarætlan, sum í longdini gevur avkast.
Marknaðarrenta
Marknaðarrenta merkir, at avkastið, tú fært, er tengt at, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Tað vil siga, at virðið kann broytast, alt eftir hvussu væl tað gongur. Tú velur saman við okkum, hvussu váðafús/ur tú vilt vera, og hvussu stórur partur av pensjónini verður settur í ávikavist partabrøv og lánsbrøv.
Váðastøði
Betri Pensjón hevur seks ymisk váðastøði, sum tú kanst velja ímillum. Tey ganga frá lítlum váða til stóran váða – og tú kanst altíð broyta váðastøðið uttan kostnað. Í høvuðsheitum sveiggja partabrøvini mest í virði, men afturfyri geva tey vanliga hægri avkast yvir longri tíð. Lánsbrøvini geva vanliga lægri avkast, men tryggja størri støðugleika. Hvussu stórur váðin er, hongur saman við, hvussu stórur partur er lagdur í partabrøv í mun til lánsbrøv. Blandar tú bæði, er tað býtið teirra millum, sum avger váðan. Váðastøðini ganga frá A til F, har A hevur lægsta váðan og F hægsta váðan. Váðastøðini B-E eru samansett av bæði láns- og partabrøvum, men við ymsum býti. Jú fleiri partabrøv, jú hægri er váðin – og øvugt.