Persónsdatapolitikkur um Lumman
Brúkaraupplýsingar
Í sambandi við innritan sendir brúkarin fylgjandi upplýsingar til skipanina (SDC) umvegis appina:
- P-tal
- Loynital (PIN-kotu) (Loynital, sum verður stovnað, tá atgongd til Lumman verður givin).
Tá appin verður nýtt, tekur appin ímóti fylgjandi:
kontu- og transaktiónsdátum:
- kontuyvirliti
- kontunummari
- saldu(m)
- transaktiónsupplýsingar fyri hvørja flyting sær:
- transaktiónstíðspunkt
- transaktiónstekst/-viðmerkingar
- upphædd.
SDC A/S útvegar Betri Banka KT-skipanir, millum aðrar Lumma-appina. SDC A/S verður eftir hetta nevnt SDC.
Nýtsluupplýsingar (analytics)
Fyri at endamálsgreina, fylgir Betri Banki slóðini av fylgjandi upplýsingum um nýtslu/nýtslumynstur hjá brúkaranum.
Upplýsingar um eindina
Fylgjandi upplýsingar lýsa ta eindina, sum brúkarin nýtir; tað vil siga ta telefon ella tann teldil, sum appin er løgd inn á, og haðani hon verður nýtt:
- Install ID: eitt tilvildarligt ID (GUID), sum eyðmerkir viðkomandi app-innlegging. IDið verður verandi tað sama, so leingi sum brúkarin varðveitir appina á telefonini (eisini, hóast dagført verður til nýggjari útgávu). Verður appin tikin av og løgd inn av nýggjum, fær eindin eitt nýtt ID.
- appVersion og appBuild: app-útgávunummur
- -osName/osBuild/osVersion: stýriskipan og útgávunummar av hesum
- timeZoneOffset: verandi tíðarøki á eindini
- carrierName/carrierCountry: navn og landskota fyri verandi teleoperatør á telefonini (t.d. Føroya Tele ella Nema)
- screenSize: skermupploysing á eindini.
Nýtsluupplýsingar
Fylgjandi upplýsingar/hendingar lýsa nýtsluna hjá brúkaranum til greiningarendamál:
- Sessiónsbyrjan: Nær appin (session) er latin upp.
- Síðuvísingar: Hvørja ferð brúkarin opnar eina síðu í appini, verður tað slóðað sum ein event (hending).
- Feilrapportir: Hvørja fer ein feilur hendir í appini, og brúkarin fær eini feilboð.
Hvør móttekur persónupplýsingar
Undir hesum sæst eitt yvirlit yvir, hvør móttekur/sendir hvørji sløg av dátum:
Betri Banki
- App-útgávunummar: tá appin verður tendrað, verða boð send til servaran hjá peningastovninum fyri at kanna, um útgávunummarið er virkið ella útgingið. Er útgávunummarið útgingið, fær brúkarin eini feilboð í appina, har hann verður biðin um at dagføra.
SDC (bankaskipanin)
- Innritan: Í sambandi við innritan verður P-tal og loynital (PIN-kota) send til backend-skipanir hjá SDC fyri at geva brúkaranum atgongd. Fylgjandi upplýsingar verða brúktar at rita inn við, og verða soleiðis deildar við SDC:
- P-tal
- Loynital (PIN-kota) (verður stovnað, í sambandi við at brúkarin fær atgongd til Lumman).
- Bankadátur: Tað koma mest sum ongar persóndátur frá hesum tænastuveitaranum, men appin heintar og leggur kontu- og transaktiónsdátur fram frá hesum SPI til endabrúkaran av hesum staði. Tað vil siga kontuyvirlit, kontunummur, saldur og transaktiónsupplýsingar fyri hvørja flyting sær, so sum transaktiónstíðspunkt, transaktiónstekstur/-viðmerkingar og upphædd.
Microsoft Appcenter
- Upplýsingar um nýtslu: Eins og í kapitlinum omanfyri viðvíkjandi dátusløgum, verða tracking/analytics dátur goymdar í skipanini, Microsoft App Center. Yvirskipaða kontan, sum dáturnar verða latnar til, er skrásett í navninum hjá SDC.