
Bústaðarlán
Fingið eygað á dreymabústaðin? Vit bjóða fleiri fíggingarmøguleikar tá talan eru um keyp av bústað. Teir eru lán til bústað hitaður við elorku ella við oljufýr.

Soleiðis fyrireikar tú teg
- Skriva ein ítøkiligan ynskilista.
Hugsa um núverandi og framtíðar tørv; um stødd á bústaði, rúm, staðseting, hæddir, aldur, slag av bústaði, stíl o.a. - Royn roknaran, og fá eina vegleiðandi bústaðarútrokning.
- Ger eina fíggjarætlan við inntøkum og útreiðslum.
- Práta við okkum um tínar møguleikar. Fá fíggjarligt yvirlit og góð ráð um tína fíggjarstøðu.
- Nú kennir tú tín fíggjarkarm, og kanst tí lættari velja hóskandi bústað.
- Vend aftur til tín ráðgeva, tá tú hevur funnið ein bústað, tú vilt bjóða uppá, og fá tilsøgn um fígging.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.