Stuðul frá Betri

Sambært virkisvirðunum hjá Betri ynskir fyritøkan at virka samfelagnum at gagni. Hetta kemur til sjóndar millum annað í teimum stuðulsavtalunum, sum vit hava innan ítrótt, mentan, og fyribyrging. Eisini royna vit at stuðla breitt kring allar Føroyar.
Í høvðusheitum eru tveir hættir at søkja um stuðul frá Betri.
- Stuðul úr Betri Stuðulsgrunninum. Tá eru krøvini at stuðulin fer til virksemi har endamálið er sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.
- Stuðul- og sponsoravtalur til annað virksemi, so sum ítrott, mentan og annað verður søkt her á síðuni við leinkjuni niðanfyri.