Greiningar
Vit gera javnan greiningar av bústaðarmarknaðinum og øðrum
samfelagsviðurskiftum. Vit luttaka fegin við vitan um fíggjarlig
viðurskifti í fjølmiðlum, tiltøkum og líknandi. Niðanfyri eru
greiningar, sum Betri Banki hevur framleitt.

Næstan allir føroyingar taka telefonina við í song
Sambært nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Betri Trygging, siga 73 % av føroyingum seg hyggja ov nógv í skíggja.

Betri Trygging undanvind í 2025
Aftur í ár vísir Betri Trygging á góð úrslit, nú felagið hevur eitt yvirskot á 34 mió. kr. eftir skatt hetta hálvárið. – Yvirskotið stavar frá tryggingarvirksemi og íløguavkasti. Veðrið háttaði sær væl, og tí vóru færri stórskaðar.

Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 1. ársfjórðing 2025
Árið 2025 hevur higartil verið eyðkent av nógvum roki. Fyrsti ársfjórðingur byrjaði væl, men endaði við at bæði partabrøv og lánsbrøv fullu í virði.Tjóðbankin í Evropa hevur sett rentuna niður tvær ferðir í fyrsta ársfjórðingi, meðan tjóðbankin í USA hevur hildið rentuna óbroytta.

Pensjónirnar gott avkast í 2024
Pensjónirnar hjá kundunum hjá Betri Pensjón vuksu nógv í virði í 2024, tá íløgurnar góvu besta avkastið í nógv ár. Tað var í miðal 9,7%, harav kundarnir við lægsta váða fingu eitt avkast á góð 5%, meðan kundarnir við hægsta váða fingu 17,5%.