Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 4. ársfjórðing 2024
Árið 2024 er nú lokið, og tá ið av tornaði gjørdist árið sum heild gott fyri bæði partabrøv og lánsbrøv. Íløgumarknaðurin hevur sostatt aftur í ár vunnið á útlitunum, ið vóru við ársbyrjan.
Tjóðbankarnir í Evropa og USA lækkaðu hvør í sínum lagi rentuna við 1%-stigi, og sambært forsøgnum eru fleiri rentulækkingar í væntu í 2025.