
MobilePay kemur til Føroya í næstum
Føroysku peningastovnarnir hava í fleiri ár samskift við MobilePay um at fáa tænastuna tøka í Føroyum. Síðstu tøkniligu forðingarnar verða nú loystar, og skjótt ber til at brúka væl umtóktu appina í Føroyum.
Felagið Peningastovnar hevur í longri tíð verið í tøttum samskifti við MobilePay um at fáa neyðugu tillagingarnar gjørdar, so appin kann rigga í Føroyum. MobilePay metir nú hetta arbeiðið vera komið so mikið væl áleiðis, at privatkundar væntandi kunnu byrja at senda og móttaka pengar við MobilePay í apríl, meðan vinnurekandi ætlandi kunnu byrja at brúka appina til at taka ímóti gjaldingum áðrenn summarfrítíðina. Stórur eftirspurningur hevur verið frá kundunum eftir at fáa MobilePay til Føroya, og tí fegnast føroysku peningastovnarnir um, at hetta nú verður veruleiki.
MobilePay varð av fyrstantíð ment til danska marknaðin og síðani ment til at fevna um alt fleiri lond. Av tøkniligum ávum hevur tað higartil ikki borið til at brúkt føroysk p-tøl, v-tøl, telefonnummur og Samleikan í MobilePay, og tí hevur appin ikki riggað í Føroyum. Síðsta hond verður nú løgd á at gera neyðugu tillagingarnar í MobilePay, so øll omanfyri 13 ár í næstum fara at kunna fáa gagn av snildu appini.
Lættari at flyta, gjalda og savna pengar
MobilePay er ein app, ið ger tað ómakaleyst at rinda og flyta pengar til onnur uttan at brúka kontunummarið hjá móttakara. Til ber at senda til aðrar brúkarar í Føroyum og Norðurlondum (Ísland undantikið). Appin hevur nógvar fyrimunir:
- Send pengar við bara at skriva telefonnummarið hjá móttakaranum, t.d. um tú skalt senda børnunum lummapengar ella gjalda fyri eitthvørt, ið onkur annar hevur lagt út fyri.
- Pengarnir koma á kontu alt fyri eitt.
- Savna lætt pengar saman til eina felags gávu, námsferð og tílíkt.
- Být útreiðslur millum fleiri fólk skjótt og lætt.
- Send øðrum eina umbøn um gjalding, um onkur skyldar tær pengar.
- Rinda í handlum, ið hava MobilePay sum gjaldsmøguleika.
- Send pengagávur.
Vinnurekandi og felagsskapir fáa eisini gagn av MobilePay
MobilePay verður eisini ein fyrimunur fyri smærri vinnurekandi, ítróttarfeløg og onnur, ið taka ímóti gjaldingum javnan ella bara av og á. Tað verður nú munandi lættari at taka ímóti gjaldingum til ítróttartiltøk, festivalar, í handlum, á kaffistovum og í støkkupphandlum ella -matstovum.
“Vit vóna, at føroyingar og føroyskir handlar fara at taka væl ímóti MobilePay, og at tað kann skapa eitt smidligari samband millum fyritøkur og borgarar í Føroyum – og ikki minst gera flytingar til útheimin lættari. Tað er ein sannroynd, at reiður peningur verður alsamt minni brúktur, og tí vóna vit, at MobilePay kann gera gerandisdagin lættari fyri føroyingar,” sigur Jeanette Hertzum, landastjóri hjá Vipps MobilePay í Danmark.
Ein væl umtókt loysn
Bara í Danmark hevur MobilePay omanfyri 4,5 mió. brúkarar, so talan er um eina sera væl umtókta loysn, sum nógvir føroyingar, ið antin búgva ella hava búð í Danmark, eru vanir at brúka. Í dag eru tað bara kundar í føroysku peningastovnunum, ið eru búsitandi í Danmark, og hava danskt telefonnummar og cpr-nr., ið kunnu brúka MobilePay.
Meira at vita
Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka
Mads Allingstrup, fjølmiðlaábyrgdari hjá Vipps MobilePay í Danmark, tel: +45 2212 2430