5. element

Frágreiðing um burðardygd og samfelagsábyrgd fyri 2023

Í Betri Banka leggja vit okkum eftir at hava eitt burðardygt og ábyrgdarfult fíggjarvirksemi, ið leggur lunnar undir tryggleika og vøkstur í Føroyum. Vit vilja røkja okkara leiklut sum banki ábyrgdarfult, og nýta okkara ávirkan sum fíggjarligur veitari og ráðgevi at eggja okkara kundu til at byggja tilveruna á eitt burðardygt grundarlag.

Vit taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og arbeiða miðvíst við at skilja og minka um neiligu ávirkanina á umhvørvið. Síðani 2020 hava vit útroknað okkara beinleiðis útlát, og hava sett okkum sum mál at hetta skal minkast í minsta lagið við 55% áðrenn 2030 .

’’Tað eru ikki meira enn góð fýra ár síðan, at vit av álvara byrjaðu at hugsa um burðardygd í mun til okkara virksemi. Seinastu árini hava vit lagt dent á at minka um útlátið hjá bankanum, tí hesi hava verið tiltøk, sum hava verið lættast at broyta. Nú vita vit nógv meira enn fyri fýra árum síðani, og fara tí at leggja dent á at gera okkara útlánsvirksemi meira burðardygt. Vit eru als ikki komin á mál, men vit arbeiða miðvíst fyri at gera okkara virksemi burðardygt, og eggja okkara kundum at gerast burðardyggir.’’ staðfestir Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, í frágreiðingini.

 

Les frágreiðingina her