Broyting í dekortsatsum

Frá 17. mai 2024 verða dekortsatsirnir á uppsparingarkontum, við 3 og 12 mðr. uppsagnartíð, hesir:

Uppsparingarkonta við 3 mðr. uppsagnartíð: 3,10% p.a.

Uppsparingarkonta við 12 mðr. uppsagnartíð: 3,65% p.a.

Um Uppsparingarkontuna

Kontan hevur antin 3 ella 12 mánaðar uppsagnartíð, sum merkir, at tú skalt siga frá 3 ella 12 mánaðir áðrenn, tú ætlar at taka pening út.

Tess longri uppsagnartíðin er, tess hægri er rentan. Í løtuni fært tú 2,60% og 3,15% fyri pening standandi á uppsparingarkontu við ávíkavist 3 ella 12 mðr. uppsagnartíð.

Tekur tú peningin út, áðrenn uppsagnarfreistin er farin, rindar tú dekort, sum verður ásett sum ein prosentpartur av upphæddini, sum tú tekur út.

Uppsparingarkontan er ókeypis at stovna og hevur broytiliga rentu.