Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar
Lønir skulu flytast í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku.
Vit mæla til, at lønirnar verða fluttar í seinasta lagi hósdagin 23. juli, soleiðis at møguligar villur í lønarflytingunum kunnu rættast fríggjadagin 24. juli.

Uttanlandsflytingar
Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00.

Vanligar flytingar
• Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Mánadagin 27. juli kl. 18.30
• Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Fríggjadagin 24. juli kl. 18.30
• Flyting sama dag: Mánadagin 27. juli kl. 11
• Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Tú ert vælkomin at ringja til okkara á 348 000 ella skriva á banki@betri.fo, um tú hevur spurningar.