Betri Umboðsráðið

Umboðsráðið valt

Umboðsráðsvalið er nú liðugt, og úrslitið er greitt.

25 fólk stillaðu upp til teir 18 sessirnar, sum nú vórðu tøkir hesaferð. Av teimum 18 umboðunum eru 8 nývald, meðan 10 umboð eru endurvald.

Eitt av aðalmálunum til hetta valið var at fáa ein breiðari hóp - bæði við fleiri kvinnum og við breiðari aldurssamanseting. Hetta hevur eydnast sera væl, tí nývalda Umboðsráðið er av sonnum ein breiður hópur.

Nývaldu umboðini eiga sessin í fýra ár, men longu um tvey ár verður aftur val – tá stenda tey fyri vali, sum nu hava sitið í tvey ár.  

Vallutøkan var 30 %, sum er eitt vet hægri enn undanfarna ár og væl omanfyri tað, man annars sær fyri líknandi feløg.

Limirnir í Betri hava nú nýtt sín demokratiska rætt og fingið tað Umboðsráðið, tey hava valt.

Betri ynskir nývaldu limunum til lukku við sessinum, og ynskir nýggja Umboðsráðnum hepna hond í arbeiðinum frameftir.