Vit lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis
Tað er, og hevur altíð verið, ókeypis at hava innlánskontur hjá okkum.
Tað er eisini ókeypis at gera flytingar á netbankanum, og vit hava lækkað kostnaðin fyri skundflytingar úr 10 niður í 2 krónur. Harumframt hava vit lækkað árliga kostnaðin fyri Masterkort úr 250 niður í 200 krónur.
Frá 1. mars er hetta galdandi fyri okkara kundar
- Tú kanst fáa ókeypis SMS-boð, tá ráðgevin hevur sent tær boð á netbankanum, ella tá aðrar hendingar eru á netbankanum.
- Tú kanst taka pening úr okkara sjálvtøkum ókeypis tvær ferðir um mánaðin.
- Tú kanst, sum privatkundi, at taka pening út við kassan ókeypis tvær ferðir um mánaðin, umframt at tað er ókeypis at seta pening inn.
- At gera umsókn til rentustuðul hevur kostað 250 krónur, men er ókeypis frá 1. mars.
Kundar millum 18 og 28 ár hava hesar fyrimunir
- Tvey ókeypis gjaldskort.
- Ókeypis netbanka.
- 1.000 krónur á Bústaðarkontuna, tá tú sparir upp til tín fyrsta bústað.
- 1. apríl lækkar kostnaðurin fyri íløguprógv frá 0,35% til 0,20% per handil
Síggj allar broytingarnar her