Samstarvsavtala vit Føroya tele

Samstarv millum Betri Trygging og Føroya Tele: Lættari fyri kundar, sum fáa skaða á telefonina

Betri Trygging hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Føroya Tele, sum ger tað lættari fyri kundar, ið fáa skaða á telefonina. Nýggja samstarvið tryggjar, at kundarnir sleppa undan at renna ímillum feløgini við boðum og skjølum

Tíðindaskriv

Betri Trygging og Føroya Tele hava gjørt eina samstarvsavtalu, sum fer at gera tað munandi lættari, tá ið tryggingin tekur við einum telefonskaða.

Heldur enn at kundin skal renna ímillum feløgini við boðum og skjølum, verður tað frameftir soleiðis, at tá ið tryggingin tekur við einum telefonskaða, fær kundin eina talgilda tryggingarváttan, sum hann letur Føroya Tele saman við skaddu telefonini. Har verður so staðfest, hvørt telefonin kann gerast aftur, um ein eins telefon skal latast í býti – ella um kundin skal hava nýggja telefon.

Kundin samskiftir bara við Føroya Tele og um sjálvsábyrgd skal rindast, verður tað eisini rindað beint til Føroya Tele, sum síðani avroknar við Betri Trygging uttan um kundan.

Avtalan fevnir eisini um smart-ur, smátalarar og teldlar av merkjunum Apple og Samsung – og Apple-teldur.

Hartil verður tað eisini betri í aðrar mátar. Tá ið Betri Trygging tekur við einum telefonskaða, fær kundin nevniliga eitt pansaraglas í gávu frá tryggingini. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja skaða frameftir.

Vit fegnast um nýggja samstarvið og gleðast um, at tænastan nú verður enn betri.