Starvslýsing: Lestrarstarv á skrivaradeildini
Ert tú lesandi og kundi tú hugsað tær eitt lestrarstarv?
Skrivaradeildin í Betri Banka søkir lesandi í Føroyum til lestrarstarv. Arbeiðstíðin er 10-14 tímar um vikuna í døgunum mánadag til fríggjadag.
Á Skrivaradeildini verður tú partur av einum dugnaligum toymi av fólki, sum setur rættleika og harvið kundatænastu í hásæti. Tínar arbeiðsuppgávur verða í stóran mun at handfara skjøl, og hesum fært tú upplæring í.
Vit vænta, at tú:
- hevur lokið miðnámsprógv, og ert farin undir hægri útbúgving
- dugir væl at samskifta í skrift og talu
- ert álítandi og nærløgd/-lagdur
Eisini vænta vit, at tú dugir væl at samstarva, og at tú hjálpir til at tínir starvsfelagar eydnast í sínum arbeiði.
Starvsstaðurin er Yviri við Strond 2. Løn og setanarviðurskifti verða eftir nærri avtalu.
Starvið er tíðaravmarkað til 1. juni 2024, ella eftir nærri avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at søkja innan 23. oktober 2023.
Send tína umsókn, CV og próvtøl frá lesnaðinum til starv@betri.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Fíu Selmu Nielsen, leiðara á Skrivaradeildini, á tlf. 348 384 ella í telduposti fsn@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224.