Starvslýsing: Sølufólk til Betri Heim

Ein góður handil fyri teg er ein handil, har bæði seljari og keypari eru nøgdir. Tað hevur tú altíð hildið, og tær dámar væl at viðvirka til slíkar handlar, eitt nú at taka ognir inn til sølu, virðismeta tær, sýna tær fram og mekla millum seljara og keypara. Hevur tú so eisini rætta framfýsnið, kann meira enn so vera, at tú kemur við í góða sølutoymið hjá Betri Heimi.

Betri Heim ráðgevur og vegleiðir í sambandi við sølu av fastari ogn. Roynd og køn skapa vit álit kring søluna, so at øll skulu kenna seg væl, tá ið undirskrivað er. Vit umboða ein stóran part av føroyska marknaðinum og hava støðugt nógvar ognir á sølulista.

Tínir førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Vit rokna eisini við, at tú:

  • hevur hug til handil og tænastu,
  • ert fyrikomandi og samstarvandi,
  • hevur áhuga fyri bústaðarmarknaðinum,
  • hevur ans fyri detaljum.

Vit bjóða

Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Talan er um fast starv, og lønin verður ásett eftir avtalu.

Umsóknarfreistin er 5. desembur 2023

Send eitt teldubræv við umsókn og avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til Káru á Dunga, stjóra, á kad@betri.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin at venda tær til Káru á nevndu teldupostadressu ella á telefon 519101.

Starvið verður sett sum skjótast, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.