Starvslýsing: Samskipari til Betri Heim
Jamen, tað er helst akkurát tær, vit leita eftir. Tí tú ert í essinum, tá ið nógv er at gera á kontórinum, ongantíð ov nógv. Tí tú dugir væl at hava nógvar uppgávur í senn, samskipa lívliga gerandisdagin og at fáa tað at síggja lætt út. Taka kimandi telefonir, svara teldupostum og spurningum, leggja myndir, sølutilfar og boð út á heimasíðuna, Facebook og Instagram, og vera sølutoyminum og stjóranum til hjálpar.
Betri Heim ráðgevur og vegleiðir í sambandi við sølu av fastari ogn. Roynd og køn skapa vit álit kring søluna, so at øll skulu kenna seg væl, tá ið undirskrivað er. Vit umboða stóran part av føroyska marknaðinum og hava støðugt nógvar ognir á sølulista.
Tínir førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Vit síggja eisini fyri okkum, at tú:
- ·vísir elduhuga, nærlagni og samstarv,
- ert fyrikomandi og røkin í øllum lutum,
- ·orðar teg væl á føroyskum á skrift sum í talu.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Talan er um fast starv, og lønin verður ásett eftir avtalu.
Umsóknarfreistin er 4. desember 2023
Send eitt teldubræv við umsókn og avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til Káru á Dunga, stjóra, á kad@betri.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin at venda tær til Káru á nevndu teldupostadressu ella á telefon 519101.
Starvið verður sett sum skjótast, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.