5. element

Bústaðartrotið er framvegis stórt

Bústaðartrotið er framvegis stórt. Áleið 1100 búeindir mangla, men batar eru at hóma.

Síðan 2012 hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum. Útboðið av nýggjum bústøðum hevur ikki kunnað fylgt við hesum vøkstri. Tí hava vit upplivað stórt trýst á bústaðarmarknaðin seinastu árini. Frá 2012 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum 13%, og samstundis hækkaði miðal sethúsaprísurin 103%. Nú hómast batar, og vøksturin á nýggjum búeindum er nú størri ella á sama støði sum fólkavøksturin.

Vit byggja nú meira fjøllbroytt, og í mun til fólkatalið eru vit raskari at byggja nýggjar búeindir í høvuðsstaðarøkinum samanborið við restina av Føroyum. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit hava ein eins fjøllbroyttan bústaðarmarknað samanborið við Danmark. Ynskja vit sama lutfall millum búeindir og fólkatal sum var í 2012, so mangla áleið 1100 búeindir í Føroyum, og av teimum mangla 630 í høvuðsstaðnum.

Tíverri finnast ongin hagtøl fyri, hvussu nógvar búeindir eru í Føroyum. SEV hevur tó hagtøl yvir tal av íbindingum (el-mátarum) í Føroyum. Um sagt verður, at hvør íbinding svarar til eina búeind, so kann fáast ein fatan av, hvussu nógvar nýggjar búeindir eru. Sjálvsagt er nakað av óvissu knýtt at hesum.

Í árunum eftir fíggjarkreppuna komu færri og færri nýggjar búeindir í Føroyum, men síðani 2014 er vend komin í. Við nøkrum undantøkum, er talið av nýggjum búeindum í Føroyum hækkað hvørt ár síðani 2014, og seinastu tvey árini hava vit í Føroyum bygt eins nógvar búeindir sum undan fíggjarkreppuni.

Talið av íbúgvum per búeind í Føroyum vaks støðugt frá 2013 til 2020. Hetta merkir, at í hesum tíðarskeiðnum var fólkavøksturin størri enn vøksturin av nýggjum búeindum. Seinastu trý árini hevur talið staðið í stað, og fólkavøksturin og vøksturin á nýggjum búeindum hevur verið áleið tann sami.

Talið av íbúgvum per búeind í høvuðsstaðarøkinum vísur nøkulunda sama mynstur. Tó síggja vit eitt fall seinastu tvey árini, og hetta merkir, at vøksturin á nýggjum búeindum hevur verið størri enn fólkavøksturin.

Bústaðarmarknaðurin er enn einstáttaður

Í Føroyum hava vit enn ein einstáttaðan bústaðarmarknað samanborið við Danmark. Nógv tey flestu búgva í sethúsum, men seinastu árini hevur bygging av íbúðum verið lutfalsliga størri partur av allari nýbygging. Serliga í høvuðusstaðarøkinum, har 75% av nýggju búeindum seinastu fimm árini hava verið íbúðir.

Hóast vit byggja fleiri íbúðir, so er langt eftir á mál at fáa ein meira fjøllbroyttan bústaðarmarknað. Í dag fylla íbúðir einans áleið 10% av samlaðu búeindinum í høvuðsstaðarøkinum.

Í 2022 vóru bert 5% av samlaðu búeindinum í Føroyum íbúðir og heili 93% vóru sethús. Samanbera vit við Danmark, so eru meira enn helmingurin av búeindinum raðhús ella íbúðir.