5. element

Tilgongd av kundum setti dám á úrslitið

Ársúrslitið hjá Betri Banka var 132,3 mió. krónur í 2021. Góða úrslitið er grundað á eina stóra tilgongd av kundum og framhaldandi lækkandi útreiðslustøði.

Útlánini øktust við 420 mió. og realkreditt útlánini øktust við 275 mió. krónur. Samstundis øktust innlánini við 302 mió. krónum.

“Vøksturin í virkseminum er bæði innan útlán til privat og vinnukundar, eins og innan íløguøkið. Vit fegnast um, at vøkstur er um alt landið og á øllum okkara deildum. Hóast tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging hevur bankin staðfest eitt gott úrslit í 2021. Hetta er eydnast við áhaldandi at betra um grundraksturin, lækka útreiðslustøðið og at økja um kundaskaran.”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Betri Banki er SIFI banki, sum merkir, at bankin skal lúka eyka myndugleikakrøv. Gjaldførið er gott og solvensurin er 30,75%. Hetta er avbera gott og millum hægsta hjá peningastovnum í danska ríkinum.

Árið í stuttum:

• Ársúrslitið: 132,3 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 157,2 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.474 mió. krónur
• Útlán: 6.834 mió. krónur
• Innlán: 8.359 mió. krónur
• Eginpeningur: 1.946 mió. krónur
• Solvensurin við árslok er 30,75%

Ársfrásøgn 2021