Betri fer nú at býta út til limirnar av tí, sum felagið forvinnur
Betri hevur røtur langt aftur í okkara samfelag og hevur grundarlagið altíð verið, at limirnir eiga felagið. Betri hevur havt stóran leiklut í menningini av okkara samfelagi – bæði tá tað snýr seg um at gera íløgur í føroyska samfelagið og tá tað snýr seg um at stuðla samfelagsgagnligum endamálum. Nú verður farið eitt stig víðari: Tí partur av tí, sum felagið forvinnur á hvørjum ári, verður nú goldið beinleiðis út til limirnar.
Árið 2021 hilnaðist væl og er í uppskoti at avseta 40 mió. kr. til endamálið. Hetta svarar til, at áleið 10 % av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum tryggingartakara verður útgoldið.
Orsøkin til, at útgjaldið er sett í mun til tryggingargjøldini til Betri Trygging er, at tú sum tryggingartakari í Betri Trygging gerst limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Rætturin til at fáa lut í tí, sum samtakið forvinnur, er knýttur at hesum limaskapi.
Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundi endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar.
Aðalfundur felagsins verður í apríl, og eftir aðalfundin verður avsetta upphæddin goldin út.
Miðað verður ímóti at býta út á hvørjum ári. Upphæddin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.
Samanhald er grundarlagið undir felagnum, tí Betri hevur altíð verið “eitt felag, vit eiga í felag”. So tá ið tað verður býtt út av tí, sum felagið forvinnur, so er hetta ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.
Til ber at lesa meira á leinkjuni www.betri.fo/limakronur