Betri Banki er við í átakinum Burðardygt Vinnulív
12 føroyskar fyritøkur kunngjørdu í gjár 21. september, at tær hava bundið seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Fyritøkurnar eru allar partur av átakinum Burðardygt Vinnulív, og ásetanin av málinum er ein partur av átakinum at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Tríggjar fyritøkur eru farnar enn longur og hava bundið seg til ikki at hava nakað útlát yvirhøvur innan 2030.
Betri Banki, Bakkafrost, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin hava øll bundið seg til at minka teirra sonevnda Scope 1 og 2 útlát av vakstrarhúsgassi og hava samstundis kunngjørt, at tey næsta ár fara at áseta ítøkilig mál fyri teirra óbeinleiðis Scope 3-útlát í tráð við vísindaligu tilmælini. Síðan lata fyritøkurnar teirra mál inn til Science Based Targets Initiative.
Feløgini fara at arbeiða saman í verkætlanini Burðardygt Vinnulív í í minsta lagi trý ár. Tey fara millum annað at arbeiða saman um at menna eina strategiska tilgongd viðvíkjandi handfaring av avbjóðingum innan veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og heilsustøðuna í havinum. Hesar tilsagnirnar eru fyrsta stig í ætlanini.
Eisini hava fyritøkur kunngjørt mál um at hava jaliga ávirkan á lívfrøðiliga margfeldið á minst einum øki av teirra fyritøku.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ið er ein av stovnandi fyritøkunum, sigur:
-Vit fegnast um, at vit í dag kunnu almannakunngera yvirskipaðu málini, har vit veruliga vísa, at vit ynskja at gera framstig í handfaringini av hesum avbjóðingunum, sum fara at ávirka okkum øll. Vit hava longu gjørt størri framstig hesar fyrstu mánaðirnar í verkætlanini enn nakar av okkum hevði væntað, og vit byrja longu at síggja týðandi samstarvsmøguleikar millum partarnar. Vit eru vís í, at vit kunnu gera stór framstig við at samstarva á henda hátt, sigur Regin Jacobsen.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur í viðmerking:
-Tað er hugaligt at síggja, at fyritøkur samstarva og ganga á odda í handfaringini av hesum truplu avbjóðingum. Privata vinnulívið má átaka sær sín part av ábyrgdini at handfara hesar avbjóðingar, og hetta er eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast, og vit vóna, at enn fleiri fyritøkur leggjast afturat, sigur Marita Rasmussen.
Meiri kunning um einstøku tilsagnirnar fæst á: www.burdardygtvinnuliv.fo