Stuðulsmál

Stuðulin frá Betri fer til átøk í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og vanlukkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Á hvørjum ári stuðlar Betri ymiskum verkætlanum og felagsskapum.

Tryggleiki

Vit ynskja, at Føroyar støðugt gerst eitt tryggari samfelag og at øll skulu kenna seg trygg. Vit stuðla miðvíst átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum arbeiða við at gera samfelag okkara tryggari.

Heilsa

Saman kunnu vit virka fyri, at øll kunnu gleðast um betri heilsu. Vit stuðla verkætlanum, átøkum og felagsskapum, sum betra um likamligu og sálarligu heilsuna hjá øllum, sum her búgva.

Samfelag

Eitt gott samfelag kunnu vit einans skapa saman og í felag. Vit ynskja tí at styrkja korini innan umhvørvi, mentan, mentanararv og skapandi list.

 

Leypandi ger Betri eisini stuðuls- og sponsoravtalur til annað virksemi, so sum ítrott, mentan og annað.