1,5 mió. kr. til FarGen
Málið við FarGen-verkætlanini er at lesa arvastreingin (genomið) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Endamálið er at menna ein pall, sum letur upp fyri møguleikunum fyri gransking í føroyskum ílegum. Saman við vitan úr heilsuverkinum og Ættarbandsskránni letur kortleggingin av føroysku ílegunum upp fyri møguleikunum at betra um fyribyrging og viðgerð
Stuðulin á 1,5 mió. kr frá Betri Stuðulsgrunnur er oyramerktur til eitt tól, sum ger, at til ber at framleiða eitt føroyskt tilvísingargenom. Eitt føroyskt tilvísingargenom vísir, hvussu miðal ílegusamansetingin hjá føroyingum er.
