Hjartaliga til lukku við stuðlinum frá Betri-samtakinum
Kreditering
Hevur tú fingið játtan um stuðul frá Betri-samtakinum er tað ein treyt, at tú vísur á hetta við t.d. at hava búmerkið hjá Betri-samtakinum á viðkomandi tilfari, so sum heimasíðu, sosialum miðlum ella prentaðum tilfari og/ella tú frámerkir Betri-samtakið í uppsløgum á sosialum miðlum.
Tað er altíð Betri-samtakið – og ikki dótturfeløgini – sum er stuðul.
Stuðulsbúmerki
Niðanfyri kanst tú taka stuðulsbúmerkið hjá Betri-samtakinum niður.
Soleiðis nýtir tú búmerkið
Stuðulsbúmerkið eigur altíð at vera sett soleiðis, at tað er sjónligt. Hetta merkir bæði, at merkið skal standa á sjónligum stað, vera í rætta liti og í hóskandi stødd.
Ivast tú?
Um tú hevur spurningar ella ivast hvussu merkið skal brúkast, set teg í samband við okkum á marketing@betri.fo
Orðingar
Umframt stuðulsbúmerkið kunnu tit brúka hesa orðingina: “Betri-samtakið hevur stuðlað verkætlanini”.
