Tá náttúran gerst bókin
Geoskúlin hjá Jarðfeingi flytur læringina úr bókunum og út í náttúruna. Somu náttúru, sum næmingarnir ferðast í hvønn einasta dag. Endamálið er at menna tilvitanina um náttúruna. Við stuðlinum frá Betri er Geoskúlin fíggjarliga í tryggum kørmum komandi trý árini
– Næmingarnir skulu gerast betri til at lesa náttúruna og ikki bara lesa um hana. Okkara aðalmál er, at tú frá barnsbeini fært førleikar at hugsa kritiskt, seta spurningar og taka lut í samfelagskjaki um náttúruvernd, sigur Gunnleyg Ihlen, verkætlanarleiðari.
Tað erJarðfeingi, ið skipar fyri Geoskúlanum, og í verkætlanarbólkinum eru Barbara B. Thorsteinsson, jarðfrøðingur; Lis Mortensen, landafrøðingur; og Gunnleyg Ihlen, verkætlanarleiðari. Jarðfeingi hevur m.a. til endamáls at útbreiða vitan um jarðfrøðilig náttúruvirði í Føroyum.
Skapa forvitni og fatan
Geoskúlin er sniðgivin til 6. flokk og er kjølfestur beinleiðis í námsætlanini í náttúru og tøkni. Jarðfeingi hevur seinnu árini vitjað á trimum skúlum árliga. Í ár verður vitjað í Fuglafirði, Runavík og Gøtu. Talan er um tveir undirvísingartímar hvønn dagin.
– Fyrsta dagin tosa vit um, hvussu alt er blivið til, meðan vit seinna dagin tosa um, hvussu tað er brotið niður aftur til tað, vit kenna í dag. Eftir stuttar framløgur fara vit út til útvald støð og eygleiða og tosa um broytingar í verki, sigur Barbara B. Thorsteinsson, jarðfrøðingur.
Hugsjónin er, at næmingarnir eftir dagarnar sjálvir kunnu gruna yvir, hví náttúran sær út, sum hon ger. Teir læra at lesa spor fra eldgosum og frumskógi í tíðunum millum eldgos. Teir eru við til at peika á gomul landsløg og broytingar í landslagnum orsakað av ístíðum, sjóvarfalli og veðri. Teir læra, hvørjar kreftir hava formað oyggjarnar og teirra nærumhvørvi, og hvørjar framvegis eru virknar.
Vitan skapar virðing
Upprunaliga hugskotið til verkætlanina kom úr eini kanning, ið vísti, at vantandi vitan um og fatan av náttúruni kann skapa bæði ótta og líkasælu í eini tíð, tá nógv verður kjakast um náttúruvandar og ógvisligar broytingar.
– Ein økt tilvitan um uppruna og menning av tí umhvørvi, vit liva í í dag, er neyðug, skulu vit skilja broytingarnar og skapa virðing fyri náttúruni, sigur Lis Mortensen, landafrøðingur.
Jarðfeingi hevur áður luttikið í verkætlanini EDUArctic, sum var ein altjóða verkætlan, rættað serliga móti hádeild og miðnámi.
– Vit hildu, at hugskotið og arbeiðshátturin í EDUArctic høvdu verið spennandi at roynt í Føroyum og fluttu tí hugskotið niður í 5. og 6. flokk og út á lokal støð í Føroyum, greiðir Lis frá.
Byggja talgilt savn
Hvørja ferð, farið verður á vitjan, er serstakt tilfar fyrireikað, sum tekur støði í tveimum ella trimum náttúrufyribrigdum í nærumhvørvinum hjá skúlanum. Á hendan hátt verður so líðandi lagt afturat einum vitanarbanka.
– Í løtuni verður arbeitt við at menna eina heimasíðu, sum savnar tilfarið, sum er gjørt higartil. Hetta verður, saman við einum korti, lagt alment út. Á henda hátt verður tilfarið eisini tøkt hjá foreldum og øðrum, so øll kunnu halda fram at brúka Geoskúlan, tá vitjanin er av, greiðir Barbara frá.
Málsetningurin hjá Jarðfeingi er, at Geoskúlin nær út til allar skúlar í Føroyum, og tá hetta er nátt, er tilfar kring allar Føroyar savnað og tillagað til undirvísing.
Heilsa, rørsla og trygd
Tað er ein sannroynd, at vit læra betur, tá vit brúka bæði kropp og høvd, og tað er júst hetta, sum Geoskúlin byggir á. Eftir eina stutta framløgu fara næmingarnir út. Teir ganga, práta, spyrja, eygleiða og arbeiða við uppgávum, meðan teir eru úti.
– Tað er eisini eitt endamál hjá okkum at skapa áhuga hjá næmingunum at ferðast meira úti í náttúruni. Tí hava vit lagt dent á møguligar vandar, og hvussu man trygt kann ferðast í náttúruni og gerast tilvitað/ur um trygdina, sigur Gunnleyg.
