Við stuðli skapa vit tryggleika í Føroyum
Stuðul verður latin til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi, tryggleikaskapandi ella samfelagsgagnligt.

Fremsta endamálið við stuðulsvirkseminum hjá Betri-samtakinum er at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.
Stuðulssøgur
Søk um stuðul
Vit lata stuðul til ymisk endamál, sum styrkja og menna føroyska samfelagið.
Einaferð um árið stuðla vit gransking, sum er tryggleikaskapandi og skaða- og sjúkufyribyrgjandi, umframt annað samfelagsgagnligt virksemi.
Hevur tú eitt hugskot, sum kann gera okkum tryggari, bøta um heilsuna ella á annan hátt gera samfelag okkara betri, kanst tú søkja stuðul til verkætlan. Vit lata eisini stuðul til film, har endamálið er at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi og í sjónvarpsrøðum.
Tað ber sjálvandi eisini til at søkja stuðul til smærri tiltøk ella verkætlanir, sum er ætlaður einstaklingum, skúlaflokkum, ítróttarfeløgum, áhugafeløgum o.ø.
Bílegg tryggleikaskapandi útgerð

Hevur tú eitt uppskot til, hvør hevur uppiborið stuðul?
Umframt at felagsskapir sjálvir kunnu søkja um stuðul, ber eisini til hjá øðrum at koma við uppskoti til vælgerandi endamál, ið hava stuðul uppibornan.
