Vegleiðing til stuðul

Stuðul til ítróttafeløg, mentan og læring

Vit stuðla endamálum, sum koma báðum pørtum til góðar og hóska til okkara virksemi, virði og missión, sum eru at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.

Søkir tú um stuðul til tiltak, er tað ein treyt, at tiltakið er í fyrsta lagi 6 vikur eftir, at umsóknir verða viðgjørdar. 

Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi innan 6 vikur eftir, at umsóknarfreistin er farin.

Stuðul til verkætlanir

Hevur tú eitt hugskot, sum kann gera okkum tryggari, bøta um heilsuna, ella gera samfelag okkara betri? So ber til at søkja okkum um stuðul.

Stuðul til gransking

Eina ferð um árið tekur Betri-samtakið støðu til umsóknir um granskingarstuðul. Betri-samtakið stuðlar serliga gransking í føroyskum viðurskiftum, har høvuðsevni er tryggleiki, heilsa ella samfelagsgagn.  Verkætlanir, sum eru tíðaravmarkaðar og gera ítøkiligan mun, heldur enn grundgransking.

Sum meginregla verður stuðul bert latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur mett um ella latið stuðul til. Váttan um stuðul og meting av granskingarætlanini skal leggjast við umsóknini.

Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Umsøkjarin skal boða frá, tá fíggingin er fingin til vega. Um so er, at verkætlanin í granskingartíðini verður broytt munandi, skal umsøkjari somuleiðis kunna Betri-samtakið um hetta. 

Tá granskingarverkætlanin er av, skal úrslitið sendast til Betri-samtakið.

Stuðul til film

Endamálið við filmsstuðlinum, sum Betri-samtakið letur, er at menna føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskari fiksjón: Talan skal vera um føroyskan film burturav ella film, sum í høvuðsheitinum hevur føroyska søgu og sum føroysk filmsfólk framleiða.

Stuðulin verður veittur í trimum høvuðsbólkum:

1. Til verkætlanarmenning
2. 
Til framleiðslu og til at gera spælifilmar lidnar
3. Til stuttfilmar

Treytirnar til umsóknir fyri hvønn av hesum bólkum eru lýstar neyvari niðanfyri.

Heimildarfilmar (dokumentarar) og útlendskar verkætlanir fáa sum meginregla ikki stuðul. Stuðul verður veittur til føroyskar fiksjónsverkætlanir. Tó kann stuðul veitast til útlendskar verkætlanir til eftirarbeiði, sum verður gjørt í Føroyum – eitt nú til VFX, tónleikakompositión og tónleikaupptøkur. Stuðulsupphæddin kann ikki fara upp um upphæddina, sum verður brúkt í Føroyum.

Ein minni partur av samlaða filmsstuðlinum fer til talentmennandi tiltøk, sum Filmshúsið skipar fyri, og tí kann stuðul ikki søkjast til tann partin. Nærri kunning fæst frá Filmshúsinum.