![5. element](/-/media/betri/images/banki/16x9-1600x900/5_element_bb_16-9.png?rev=8d205f116bb8453ba420d6b5fed565dc&mw=1600&hash=925553205C2A3EEB7048DC68DBC8F3A3)
Prísirnir í Havn síggja út til at hava funnið eina legu, meðan prísirnir á bygd hækka
Vit kunnu nú staðfesta, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn lækkaði eitt vet í 2023, í mun til í 2022. Samstundis hækkaði miðalprísurin í Eysturoynni og samlað fyri alt landið.
Í Tórshavn kostaðu eini sethús í miðal 3,8 mió. krónur í 2023. Hetta er 3% minni enn í 2022. Tá kostaðu eini sethús í miðal 3,9 mió. krónur.
Í Eysturoynni, og samlað fyri alt landið, kostaðu eini sethús í miðal ávíkavist 2,3 og 2,7 mió. krónur í 2023. Hetta er 11 og 3% meira enn í 2022.
Rentuhækkingarnar seinasta árið hava ført við sær, at tað er vorðið tyngri at seta búgv. Samstundis hava miðal sethúsaprísirnir verið hægri í Tórshavn, samanborið við alt landið, og harvið eru prísirnir meira viðkvæmir fyri rentubroytingum. Tað kann vera orsøkin til, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er lækkaður, meðan hann er hækkaður aðrastaðni í landinum.
Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum: “Nú rentan er hækkað og vegakervið er vorðið betri, síggja vit ábendingar um at pør, har annar partur hevur tilknýti til øki uttanfyri høvuðsstaðin, fyrst royna at finna bústað í tí nærumhvørvinum. Hetta økir kappingina eftir bústøðum uttanfyri høvuðsstaðarøkið, og tað fara vit møguliga eisini at síggja aftur í prísunum kring alt landið komandi tíðina.”