5. element

Nýggj Hárentukonta

Vit bjóða Hárentukontu við fastari rentu á 2,25 % í 2 ár

Hárentukontan er til tín, sum vil hava meira burtur úr tínari uppsparing. Eigur tú 100.000 krónur ella meira, og ikki skalt brúka peningin her og nú, gevur Hárentukontan væl hægri avkast enn aðrar uppsparingarkontur.

Kontan er ætlað til tín, sum er 18 ár ella eldri og til vinnufyritøkur.

Tú kanst stovna og gjalda inn á Hárentukontuna frá 1. februar til 1. mars 2023.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú skriva til tín ráðgeva á Netbankanum ella ringja til okkara á 348 000.

Kontutreytir

  • Inngjaldstíðarskeiðið er frá 1. februar til 1. mars 2023
  • Minsta inngjald er 100.000 kr.
  • Einki hámark er fyri, hvussu nógv kann gjaldast inn á kontuna
  • Rentan er 2,25 % um árið
  • Rentan verður tilskrivað árliga, fyrstu ferð 31. desembur 2023
  • Kontan er bundin fram til 1. mars 2025
  • Verður peningurin úttikin, áðrenn tíðarskeiðið er runnið, verður rentan afturførd til bankan