Vit betra um treytirnar á Visa/Dankortinum
Í dag er nýtsluhámarkið fyri Visa/Dankort 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Frá 13. juni 2023 verður nýtsluhámarkið 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar, og er hetta ein munandi betring ítreytunum.
Broytingin merkir, at tú framyvir kanst brúka títt kort meira, áðrenn tú rakar nýtsluhámarkið. Hevur tú gjaldskortið á fartelefonini ella urinum, so telur hetta eisini við í nýtsluhámarkinum. Tí kanst tú eisini brúka Apple Pay og Google Pay í størri mun við hesum broytingunum. Broytta nýtsluhámarkið ger tað sostatt lættari fyri teg, bæði í Føroyum og uttanlands.
Hámarkið fyri, hvussu nógv tú kanst taka út í sjálvtøkunum er óbroytt. Tú kanst taka 5.000 krónur út um dagin í sjálvtøkunum hjá Betri Banka og 2.000 krónur um dagin í øðrum sjálvtøkum.
Aðrar treytir og kostnaðir eru óbroytt. Tá vit broyta korttreytir, hevur tú møguleika at uppsiga ávirkaðu avtalurnar, áðrenn broytingin kemur í gildi, uttan eyka kostnað. Gert tú ikki tað, halda kortavtalurnar sjálvvirkandi fram við nýggju treytinum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.