Sjónám: Nýggj trygdarkrøv krevja nýtt tilfar

Atlitini til trygd og vitanin um møguligar vandar broytist og batnar støðugt. Hetta taka tey á Sjónámi í Klaksvík í størsta álvara, og eru tí farin undir tilgondina at gera nýtt frálærutilfar. Upprunaliga tilfarið er frá 2010.

– Tørvur er á eini umfatandi endurskoðan, sum tryggjar, at næmingar og skeiðsluttakarar fáa eina nútímans og dagførda undirvísing. Vit kunnu ikki undirvísa framtíðar sjófólki við tilfari, sum hóskar til fortíðina, sigur Brandur H. í Funningsstovu, leiðari.

Sjónám veitir bæði skeið og útbúgving til sjófólk í Føroyum. Skeiðini eru øll tey lógarkravdu skeiðini til føroysk sjófólk og tær tríggjar útbúgvingarnar eru dekkari, skipsatstøðari og skipari. Eitt trygdarskeið tekur 4 dagar, meðan endurnýggjandi skeið tekur 2 dagar.

Hvat verður endurskoðað?

Trygd á sjónum er í stóran mun bundin at altjóða krøvum frá STCW konventionini hjá IMO, (International Maritime Organization). Onkur øki eru komin afturat, meðan onnur er broytt heilt nógv. Talan er um eina heildarendurskoðan av øllum bóklinginum frá 2010. Bæði innihaldsliga og námsfrøðiliga.

– Vit mugu tryggja, at alt tilfar er í samsvari við altjóða krøv, og samstundis lagt til rættis eftir føroyskum viðurskiftum. Eisini er umráðandi, at tilfarið er sett saman á ein nútímans námsfrøðiligan hátt, sigur Brandur H. í Funningsstovu.

Ein nýggjur bóklingur gevur høvi at skipa frálæruna betri og í størri mun tengja hana at tí, sum næmingar og sjófólk uppliva í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á greiðan og beinraknan tekst, og at tilfarið verður tøkt talgilt. Tað fer eisini at gera tað lættari at menna fjarundirvísing av ástøðiliga partinum.

Arbeiðsumhvørvi og verndaransni

Eitt av nýggju økinum, ið atlit verða tikin at í dag, er sálarligt arbeiðsumhvørvi. Eitt nú happing, kynslig diskriminering og trivnaður umborð.

– Dentur verður bæði lagdur á fyribyrging og handfaring, og at arbeiðsumhvørvi er bæði ábygdin hjá reiðaríi, skipara og tí einstaka, greiðir Brandur frá.

Eitt annað øki, sum herd krøv eru komin til er verndaransni. Hetta eru ásetingar um, hvussu manningar skulu verja seg fyri og handfara vandastøður, sum koma uttanífrá t.d. sjórán og yvirgangur.

– Tilfarið fer umframt hesi sjálvsagt eisini at umfata eina dagførda útgávu av vælkendum evnum sum fyrstuhjálp, sløkking, bjargingarútgerð og upplýsing um vandastøður umboð, greiðir Brandur frá.

Ein ábyrgdarfullur maritimur depil

Sjónám er ein ISO-9001 góðskugóðkendur veitari av maritimum útbúgvingum og trygdarskeiðum. Skúlin hevur árliga um 40 næmingar á útbúgvingunum og umleið 700 skeiðsluttakarar. Harumframt ráðgevur Sjónám eisini um trygd og venjingar bæði á sjógvi og landi. Næmingarnir eru bæði ung sjófólk, ið skulu til skips fyrstu ferð og roynd og útbúgvin sjófólk, sum skulu endurnýggja sínar førleikar.

– At hava dagført og álitandi frálærutilfar er ein grundleggjandi treyt í okkara góðskutrygging, fakligheit og altjóða góðkenning. Tað er eisini ein íløga í trygd og lív, og vit gleðast um, at hetta arbeiði, takka veri stuðulin frá Betri, nú kann setast í verk, sigur Brandur.