Kvæðastevnan 2026:  Ein uppliving, tey aldri gloyma

Dagarnar 26. til 29. januar í ár vóru 1600 næmingar í miðdeild fólkaskúlans partur av fjórðu kvæðastevnuni. Endamálið við stevnuni er at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri dansi og kvæðum og søgunum handan kvæðini.

Elin Maria Ó. Olsen, sum er ein av høvuðsfyriskiparunum, sigur, at stevnan flytir kvæðini úr bókunum og inn í rørslu, spæl og felagsskap.

– Tað, sum vit ynskja, er at fáa kvæðini at liva. Ikki sum pensum, men sum uppliving, sigur hon.

Við alskyns verkstovum, spølum og felagsdansi uppliva næmingar føroyska mentan á ein hátt, sum er bæði kropsligur, sosialur og hugbindandi.

– Hetta passar sum fótur í hosu til tankarnar handan ABC fyri sálarheilsu. Tú ert bæði virkin, saman og hugbundin samstundis, tá tú dansar føroyskan dans, sigur Elin Maria.

Ein øðrvísi skúladagur

Stevnan er skipað sum ein skúladagur, og 400 næmingar luttaka hvønn dag. Dagurin er bygdur upp við verkstovum, ið leggja dent á at draga næmingarnar inn í frásagnirnar handan kvæðini. Hvørt ár er eitt eldri kvæði, eitt yngri kvæði og ein vísa. Í ár vóru tey Flóvin Bænadiktsson, Brestiskvæði og Stolt Signhild.

Verkstovurnar fevna um alt frá spurnarkapping og kvæðastafett til dansispøl, søgusøgn og kvæðatalent, har næmingarnir kappast í stevi og dansisiði. Eisini eru uppgávur og gátur spjaddar kring um á økinum, so næmingarnir kunnu loysa hesar, meðan dagurin gongur.

Dagurin endaði við einum braki, tá Hamradun framførdi nøkur av sínum kendu kvæðaløgum.

Eitt rúmligt amboð

Fyri at styrkja vinarbond tvørtur um bygdir og skúlar, verða flokkar, har tað er gjørligt í mun til floksstødd, blandaðir og fara gjøgnum verkstovurnar saman. Á henda hátt kann dansurin skapa felagskap og vinarbond langt útum sjálvan ringin. Eisini kann ein slík stevna skapa nýggjar møguleikar og lata upp eyguni fyri møguleikunum í dansinum.

– Ein stórur vinningur við føroyskum dansi er, at øll kunnu luttaka. Vit síggja, at børn, sum kanska ikki altíð trívast í ítrótti ella øðrum frítíðarvirksemi, finna sítt pláss í dansinum. Tað er ein felagsskapur, sum rúmar øllum, sigur Elin Maria.

Síðani byrjað varð, hava næmingar og lærarar verið sera væl nøgdir við dagin, sum er skipaður við hjálp frá mongum sjálvbodnum, ið annars eru virkin í dansifeløgum kring landið. Tey leggja orku í og brúka sín kunnleika at geva næmingunum eina góða og læruríka uppliving.

– Høvuðsendamálið er sjálvandi at varðveita og menna føroyska dansin. Um vit vilja hava dansin at liva, má hann liva í børnunum. Kvæðastevnan einsamøll ger ikki allan munin, men kann vónandi kveikja bæði næmingar og lærarar, so dansurin livir kring um í landinum bæði áðrenn og aftaná teir fýra dagarnar í Norðurlandahúsinum, sigur Elin Maria.

Síðan byrjan í 2023 er Kvæðastevnan støðugt vaksin. Tá vóru 400 næmingar, og stevnan vardi 1 dag, men er síðani vaksin við einum degi og 400 nýggjum næmingum um árið. Dagurin verður fyriskipaður av eini trímannanevnd, sum er skipað undir landsdansifelagnum Slaið ring. Í nevnini eru Elin Maria Ó. Olsen, Lív Vilhelmsen og Hendrik Egholm. Komandi ár verður Kvæðastevnan 2. til 5. februar.