Akuttbilur til samarittarnar: Ein íløga í trygd og trivnað

Síðani 1999 hava samarittarnir hjá Reyða Krossi Føroya verið ein afturvendandi partur av mongum stórum tiltøkum í Føroyum. Samarittarnir skapa tryggleika, fyribyrgja vandastøðum og tryggja skjóta hjálp. Alt frá smáskaðum til lívshættisligar støður. Arbeiðið er sjálvboðið, ólønt og eigur ikki at undirmetast.

Betri hevur í meira enn tíggju ár stuðlað virkseminum hjá samarittunum. Í fjør valdi Betri at stuðla keypinum av einum akuttbili, ið betrar munandi um arbeiðsumstøðurnar, tí veitast kann ein skjótari og tryggari hjálp.

– Longu á okkara fyrstu uppgávu í junimánaði í fjør, var hann brúktur í akuttum ørindum, og síðani er hann ofta komin sera væl við, og vit hava loyst uppgávur, vit ikki megnaðu áðrenn, staðfestir Rógvi virksemisleiðari fyri samarittarnar hjá Reyða Krossi Føroyar.

Talan er um ein serútgjørdan akuttbil, sum bæði er ein flutningsbilur, men eisini eitt viðgerðarhøli á staðnum.

Bilurin er ein sjey ára gamal danskur sjúkrabilur, sum er sera vælegnaður til uppgávuna. Akuttbilurin bleiv tikin í nýtslu alt fyri eitt, tá hann kom í juni mánaði í fjør.

Neyðugt amboð

Higartil hava samarittarnir brúkt ein vøruvogn, ið eisini er knýttur at øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, eitt nú endurnýtsluni og mat- og klædnahjálpini. Hetta hevur elvt til praktiskar trupulleikar, tí bilurin skal bíleggjast frammanundan og er ikki altíð tøkur. Hann skal pakkast áðrenn uppgávurnar og tømast aftaná og er sera illa egnaður sum viðgerðarstaður.

– Vit mugu manna okkum eftir teimum amboðum, vit hava. Akuttbilurin hevur gjørt alt lættari. Bæði áðrenn, undir og eftir tiltøkini, sum vit eru partur av. Vit kunnu nú betri hugsavna okkum um veruligu uppgávuna, staðfestir Pætur Frederiksen, ábyrgdarpersónur fyri bilin.

Bilurin er sjálvandi eitt flutningstól, ið gevur heilt aðrar møguleikar, men bilurin kann eisini nýtast sum ein egin viðgerðarstøð.

– Eitt nú á smærri tiltøkum, so verður bilurin okkara miðstøð, tí umstøður kanska ikki eru aðrastaðnis. Á størri tiltøkum sum t.d. Ólavsøku gevur bilurin okkum møguleika at veita viðgerð á tveimum støðum, sigur Rógvi.

Týðandi brikkur í tilbúgvingini

Tá stóru tiltøkini eru um summarið, hoyra vit javnan løgregluna rósa samarittunum í miðlunum. Samarittarnir eru á staðnum og hava fingurin á pulsinum. Teir eru teir fyrstu, og tað krevur gott samstarv við myndugleikarnar.

– Vit hava eitt sera gott samstarv við løgregluna og heilsuverkið. Vit eru hvørki læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, løgreglufólk ella portørar. Vit veita víðkaða fyrstu hjálp á staðnum og gera alt í tøttum samstarvi við myndugleikarnar, sigur Pætur.

Við bilinum eru umstøðurnar blivnar munandi betri. Holl amboð skapa tryggleika og skjótari fyrstuhjálp og styrkja harvið samlaðu tilbúgvingina í Føroyum.

Týðandi fyri trivnaðin

Tað er ikki altíð líka lætt at manna sjálvboðið arbeiði, og tí er trivnaður millum sjálvboðin sera týdningarmikil. Ein liður í trivnaðinum er, at arbeiðsuppgávurnar ikki fella ov tungar við óneyðugum praktiskum uppgávum, tí tú ikki hevur røttu amboðini.

– Akuttbilurin er eitt amboð, sum heilt víst økir um trivnaðin millum samarittar. Hann var neyðugur í nútímansgerðini av okkara virksemi, og tað hevur gjørt tað hugaligari at vera samarittur í Føroyum, staðfestir Rógvi.

At gerast samarittur er ein tilgongd, ið tekur nakað av tíð. Fyrst ert tú eygleiðari eitt summar, og tú fylgir samarittunum, áðrenn støða verður tikin, um tú ynskir at halda fram og mett verður samstundis, um tú er egnaður. Hetta tryggjar bæði teg og Reyða Kross. Verður hildið fram, tekur tú neyðug skeið og útbúgving, og so líðandi fært tú størri og størri ábyrgd.

Samarittarnir arbeiða altíð tveir og tveir saman. Á heilt stóru tiltøkunum eru ofta upp í sjey líð av samarittum til staðar. Bæði í viðgerðarhølinum, millum fólkið og á eygleiðingarstøðum fyri at síggja møguligar vandastøður.