Lívstrygging til ross
Við eini lívstrygging fyri ross fært tú endurgjald, um sjúka ella óhapp hava við sær, at rossið óvæntað doyr.

Ross eru ofta væl dýrari at keypa enn onnur djór – og summi ross eru serliga dýr. Við eini lívstrygging fyri ross fært tú endurgjald, um sjúka ella óhapp hava við sær, at rossið óvæntað doyr. Tryggingin tekur eisini við, um ein djóralækni staðfestir, at rossið má avlívast, tí tað er sjúkt ella hevur fingið skaða.
Lívstryggingin til ross er sostatt eitt fíggjarligt plástur uppá sárið, um illa vil til.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.