Umvæling

Størri, grønari ella annars viðlíkahald?

Skal køkurin endiliga skiftast? Ella er tíðin komin til, at skifta til varandi orkuloysn?

Vit bjóða Orkulán við lægri rentu, enn onnur lán til bústað. Vit hava eisini ment ein Orkuroknara, so tú kanst kanna hvussu nógv tú sparir við at skifta til varandi orkuloysn. 

Orkulán

Við Orkuláni úr Betri Banka, sum hevur lægri rentu enn onnur lán til bústaðin, hevur tú møguleika at gera umbyggingar og betringar í bústaðnum.

Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. Tað er tí ikki bara gott fyri umhvørvið, men eisini fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, sum fær sunnari og betri inniluft og trivnað og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslurnar hjá húsarhaldinum.

Orkulán verður veitt til at

  • skifta tak ella vindeygu
  • bjálva ella klæða húsini av nýggjum
  • skifta til varandi orkuskipan
  • gera orkusparandi umbyggingar

Við Orkuláninum kanst tú læna millum 30.000 og 500.000 krónur til orkuumvælingar. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast við Orkuláninum. Lánið hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð upp í 30 ár. 

Sí kostnaðin fyri at stovna Orkulán her 

Blómur

Royn orkuroknaran

Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd. Vit hava ment ein roknara, har tú kanst kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar. Samstundis er rentan væl lægri, tá tú velur burðardygd.

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.