Byggilán

Til tín, sum skalt byggja

At byggja ein bústað er ein umfatandi verkætlan. Vit ynskja at stuðla tær og geva tær bestu fortreytir til at halda skil á fíggjarliga partinum.

Millum annað kanst tú heinta eitt skjal, sum kann vera eitt amboð hjá tær til at gera eina kostnaðarætlan fyri byggingina.

Vit bjóða lán til grundstykki og lán til byggingina. 

Lán til grundstykki

Tá tú ætlar tær undir at byggja sethús, skalt tú fyrst hava jørð ella grundstykki at byggja á. Tað er fyrsta stigið í verkætlanini. Lán til grundstykki úr Betri Banka hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð á í mesta lagi 10 ár. 

Sum við øllum øðrum lánum eru tíni fíggjarviðurskifti, so sum eginpeningur, samlað skuld, gjaldsvilji og –evni avgerandi viðurskifti, tá vit viðgera tína umsókn um lán. 

Vanlig treyt er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi fyri at fáa lán til grundstykki. Jú størri eginfíggingin er, jú bíligari verður lánið. Tað ber eitt nú til at spara saman til framtíðar bústaðin við eini Bústaðarkontu, sum hevur høga grundrentu og eykarentu.  

Er tað fyrstu ferð, tú skalt byggja ella umvæla bústaðin, er tað gott at fáa góða ráðgeving um tínir møguleikar.

Byggilán

Byggilán er til tín, sum ætlar undir nýbygging, umbygging ella uppíbygging.

Lánið virkar sum ein kassakredittur, sum heldur fram so leingi, byggingin er í gongd. Tá liðugt er at byggja, verður kassakreditturin umlagdur til eitt lán við afturgjaldstíð. Tá skalt tú velja millum okkara fíggingarmøguleikar sum Grønt bústaðarlán ella Realkredittlán.

Práta við okkum um tínar byggiætlanir.

So kunnu vit ráðgeva um tíni fíggjarviðurskifti, áðrenn hakin verður settur í og líka til flutt verður inn í dreymabústaðin. 

Tekningar, byggiloyvi og frágreiðing um byggingina eru neyðug skjøl at hava, tá vit viðgera umsóknir um Byggilán. Upprunaliga skeytið er somuleiðis eitt týðandi skjal í sambandi við bygging ella keyp. Tað staðfestir, hvør ánarin er, og hvør kann byggja á ognini. Eisini sigur skeytið, um treytir fylgja við. 

Sí kostnaðin fyri at stovna Byggilán her

Kostnaðarætlan

Heinta okkara vegleiðandi kostnaðarætlan fyri bygging.

Hetta er eitt amboð til tín soleiðis, at tú kanst gera eina nágreiniliga kostnaðarætlan fyri tína byggiverkætlan.

Heinta kostnaðarætlanina her

Áðrenn spakin verður settur í

Tað er av alstórum týdningi, at at byggiverkætlanin er væl gjøgnumhugsað, so eingin fíggjarligur hvøkkur stingur seg upp. 

Tí mæla vit tær til at práta við okkum um tínar byggiætlanir. Tá veist tú hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og vit ráðgeva tær frá byrjan til enda. 

Kjekklisti

  • Fígging
    Kanna hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og skipa síðani byggiverkætlanina eftir tí.
  • Treytir
    Set teg væl inn í byggitreytirnar frá kommununi, eitt nú byggisamtyktir.
  • Tekningar
    Tosa við ein serkønan um at fáa eina fullfíggjaða tekning, um innrætting og um staðseting av bústaðinum.
  • Loyvi
    Tryggja tær, at tú hevur neyðugu loyvini áðrenn farið verður ígongd, so sum byggiloyvi og góðkendar tekningar.
  • Kostnaðarætlan
    Ger eina kostnaðarætlan við fullfíggjaðum tilfari og tilboðum. Kanna eftir, at alt er íroknað og treytinar eru nøktandi.
  • Skeyti
    Les og goym skeytið væl og kanna, um avmarikingar eru á skeytinum. Uppruna skeytið skal nýtast í samband við tinglýsing av veðbrøvum.
  • Trygging
    Tekna viðkomandi tryggingar. Serligar tryggingar eru galdandi til sethús í gerð, so sum spreingitrygging og trygging av arbeiðs- og hjálparfólki. 
  • Aðrir kostnaðir
    Kanna eftir, at tú hevur tikið hædd fyri øllum útreiðslunum, so sum íbindingargjøld til SEV og Fjarhitafelagið.

Hvat hevur týdning fyri teg?

  • Ljóðviðurskifti
    Hugsa um, at sumt tilfar kann geva ekkó og sumt kann geva frið. 
  • Stílur
    Skal tað vera einkult, siðbundið ella okkurt heilt annað? 
  • Litir
    Skulu gólv, veggir og skápshurðar hava ymiskan lit, ella skal alt vera svart og hvítt? 
  • Tilfar
    Ynskja tit at brúka træ, betong ella gips? 
  • Hæddir
    Skal bústaðurin hava eina, tvær ella tríggjar hæddir? Og skal ein møgulig trappa vera mitt í rúminum ella úti við veggin?
  • Opið ella afturlatið
    Ynskir tú at hava færri stór rúm ella fleiri smærri rúm?
  • Atkoma
    Hugsa um hvar bilurin ella súkklan skal standa, og hvar inngongdin skal vera. 
  • Útiøki
    Ynskir tú at hava eina terassu, ein skúr ella hjall? 
  • Ljós
    Hugsa um hvussu rúmini eru staðsett í mun til sólargang - tú sært dømi á myndini niðanfyri. 
  • Veður
    Hugsa um hvar durur, terassa og annað er staðsett í mun til veður og vind. 

Veður og vind

Minst til at taka atlit til sólargang, ætt og lívd.

Á myndini sæst hvussu tú kanst staðseta høvuðsrúmini best eftir sólargangi, og hvussu sólarhitin verður gagnnýttur best.