Bústaðarlán

Vit hava eitt roynt toymið

Tá ið tú setur teg í samband við okkum, fært tú ikki bara ein ráðgeva við drúgvum royndum, sum dugir at seta seg í tína støðu og at meta um, hvat letur seg gera.

Tú fært ein ráðgeva, sum fer at hjálpa tær, so at dreymahúsini gerast veruleiki.

Grønt bústaðarlán

Er bústaðurin hitaður við varandi orku, so sum jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bíligari loysn, tí rentan er eitt vet lægri enn á Bústaðarláninum. 

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. 

Grønt bústaðarlán er somuleiðis óbundið á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Hinvegin er tað eisini gjørligt at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár og í serligum føri upp í 5 ár. Rentur verða tó goldnar í skáatíðini. 

Treytin fyri at fáa Grønt bústaðarlán er, at tú býrt á matrikklinum, og at bygningurin verður hitaður við varandi orku. Harafturat skalt tú í minsta lagi hava 10 prosent í eginpeningi. Tá tú lýkur hesar treytir, ber til at søkja um rentustuðul frá TAKS.

Lánssamansetingin er vanliga í tveimum. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast sum Grønt bústaðarlán, meðan restin verður fíggjað við hægri rentu. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi:

  • 30 ár fyri Grønt bústsaðarlán við lægri rentu
  • 20 ár fyri rest við hægri rentu 

Fyrimunir við Grønum bústaðarláni

  • Lægri renta
  • Broytilig renta
  • Afturgjaldstíð upp í 30 ár

Sí kostnaðin fyri at stovna Grønt bústaðarlán

Sí rentutalvu her

Bústaðarlán

Skalt tú keypa hús ella íbúð, hevur tú møguleika at fáa eitt Bústaðarlán.

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð upp í 30 ár.

Broytilig renta merkir, at mánaðarliga gjaldið kann broytast í lánitíðarskeiðnum, um rentan á fíggjarmarknaðinum hækkar ella lækkar.

Bústaðarlánið er óbundið, skilt á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Soleiðis ber til at minka um skuldina skjótari. Hinvegin ber eisini til at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár, og í serligum føri upp í 5 ár.  

Treytin fyri at fáa Bústaðarlán er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi.

Er talan um lán til egnan bústað, og ikki summarhús ella annað, kanst tú søkja um rentustuðul frá TAKS. Treytin fyri at fáa rentustuðul er, at tú býrt á matrikklinum.

Sí kostnaðin fyri at stovna Bústaðarlán her

Sí rentutalvu her

Fingið eyga á dreymahúsini?

  • Práta við ráðgevan
    Í fyrsta prátinum við ráðgevan verður komið inn á sjálvt bústaðarkeypið og fíggingina.
  • Hygg at húsunum
    Bið um tíð frá Betri Heim til at hyggja at húsunum.
  • Fá eina lániváttan
    Ráðgevin sendir tær eina lániváttan, sum er neyðug, áðrenn tú kanst bjóða upp á húsini.
  • Gev eitt boð
    At geva eitt boð upp á eini hús krevur, at man hevur tunguna mitt í munninum. Betri Heim er altíð til reiðar at hjálpa tær við tí tú hevur tørv á.
  • Keyp húsini
    Og tá ið tað er komið hartil, at seljarin játtar søluna, setur tú teg í samband við ráðgevan aftur, sum so saman við tær ger eina endaliga fíggjarætlan ísv. bústaðarkeypið.

Latið okkum hoyrast

Bið um eitt prát