Burðardygd

Í Betri Banka leggja vit okkum eftir at hava eitt burðardygt og ábyrgdarfult fíggjarvirksemi, ið leggur lunnar undir tryggleika og vøkstur í Føroyum.

Vit vilja røkja okkara leiklut sum banki ábyrgdarfult, og nýta okkara ávirkan sum fíggjarligur veitari og ráðgevi at eggja okkara kundu til at byggja tilveruna á eitt burðardygt grundarlag.

Grøna umleggingin í bankanum

Síðani 2020 hava vit útroknað okkara beinleiðis útlát, og hava sett okkum sum mál at hetta skal minkast í minsta lagið við 55% áðrenn 2030.Vit røkka stevnumiðinum um at minka beinleiðis útlát við 55% við at leggja orkuskipanirnar í bygningum, húsum og bilum hjá Betri Banka um.

Deild okkara í Miðvági hevur virkað sum royndardeild í grønu umleggingini. Har er jarðhiti lagdur inn og sólsellur lagdar á tekjuna og uttan á klædningin. Hartil hava vit borað jarðhitahol til bygningin Yviri við Strond 4 umframt fingið hitapumpu á deildini á Tvøroyri umframt í nøkur frítíðarhús.

Okkara bilar verða skiftir út við el-bilar, men ikki fyrr enn tørvur er á at skifta bilarnar út kortini.

Tað er enn langt á mál

Hóast átøkini, sum longu eru sett í verk, skal nógv gerast afturat fyri at minka um beinleiðis útlátið við 55%. Vit eiga nógvar bygningar, ið enn brenna nógva olju og standa fyri størsta partinum av okkara beinleiðis útláti.

Eitt burðardygt arbeiðspláss

Vit ynskja at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og eru motiverað.

Ein týðandi liður í at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi er at gera regluligar trivnaðarkanningar og at arbeiða við úrslitinum og á tann hátt royna at tryggja góðan trivnað á øllum deildum.  

At tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi er somuleiðis ein liður í at skapa eitt sálarliga gott arbeiðsumhvørvi, har málið er, at starvsfólk ikki verða strongd av sínum dagliga arbeiði í Betri Banka. 

ESG tøl / ESG figures
ESG vegleiðing

Limirnir í Burðardygt Vinnulív hava gjørt eina vegleiðing, sum vónandi kann vera við til at hjálpa føroyskum fyritøkum at skráseta ESG tøl.

Les ESG vegleiðingina

ESG Reporting Guide

Betri Samfelagstilvit

Feløgini í Betri Samtakinum hava gjørt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit náa okkara burðardyggu málum.

Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2022

Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2021

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.