Lán til bústað

Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarligan javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um. 

Vit bjóða

  • grønt bústaðarlán
  • bústaðarlán
  • realkredittlán
  • orkulán
  • lán til grundstykki
  • lán til bygging.

Lykilin til dreymin byrjar við einum práti.

Latið so okkum hoyrast. 

Til tín, sum umhugsar Realkredittlán

Í sambandi við bústaðarkeyp bjóða vit eisini Realkredittlán við fastari ella broytiligari rentu. Afturat rentuni er eitt bidrag, sum er broytiligt.

Hvat fyri lán, tú velur, veldst um fíggjarstøðu og váðafýsni.
Tú skal serliga hugsa um, hvørt tú ynskir fasta ella broytiliga rentu. Velur tú ta føstu, kennir tú rentuna alt tíðarskeiðið. Velur tú ta broytiligu, kann rentan sveiggja í lánitíðarskeiðinum. 

Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi.

Les meira um Realkredittlán

Til tín, sum skal umvæla

Ætlar tú at fremja broytingar í tínum verandi bústaði? ella umhugsar tú at skifta til varandi orkuskipan?

Vit veita lán til umvælingar við lægri rentu, enn onnur lán til bústaðin. Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. 

Royn okkara orkuroknara og kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar.

Les meira um Orkulán

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.