Uppgávan hjá Umboðsráðnum

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:
- at skipa aðalfundir felagsins
- at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
- at góðkenna ársroknskapin
- at gera møguligar viðtøkubroytingar
Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.
Hesi mál verða viðgjørd
- at umrøða yvirskipað strategisk átøk
- at eftirmeta virksemi
- at viðgera samfelagsábyrgdina (CSR-politikkin) hjá samtakinum
Heimild og ábyrgd
- at góðkenna grannskoðaðan ársroknskap
- taka avgerð um, hvussu avlop smb. roknskapinum, verður nýtt
- at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum
- at velja formann og næstformann í Umboðsráðnum
- at velja grannskoðara
- at velja nevndina eftir innstilling frá tilráðingarbólkinum
- at kalla til eykaaðalfundar – um minst trý fólk frá umboðsráðnum ynskja tað
Limir í felagnum ábyrgdast ikki hvørki innanfelags ella uttanfelags fyri skyldum felagsins.
Fundir
Sum útgangsstøði eru seks fundir um árið:
- ársaðalfundur er áðrenn mai
- september/oktober kunnar nevndin um hálvársroknskapin
Harumframt minst fýr Harumframt minst fýra fundir, sum eru um strategisk mál, bygnað og virksemi og um samfelagsábyrgd felagsins.