5. element

Bandaðar telefonsamrøður

Í Betri Banka syrgja vit fyri, at trygdin altíð er í hásæti, tá vit ráðgeva, handla og veita okkara kundum eina tænastu.

Telefonsamrøður við handilsborðið

Síðan 14. juli 2009 hava allar telefonsamrøður, ið starvsfólk við handilsborðið hjá Markets hava við kundar um ráðgeving og handil við virðisbrøvum, gjaldoyra v.m., verið festar á band.

Endamálið við bandfestingini er at tryggja kundar okkara móti møguligum misskiljingum umframt at tryggja, at Markets hevur sína skjalprógvan í lagi, tá ráðgivið og handlað verður við virðisbrøvum og gjaldoyra.

Sambært Dátueftirlitinum er tað í tráð við lógina at festa slíkar samrøður á band. Bandaðu telefonsamrøðurnar verða goymdar í seks ár, og bankin hevur reglur fyri, hvør kann lurta eftir bandfestum telefonsamrøðunum.

Hug til eitt íløguprát?

Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.